HEIM
17.03.2016

Grækarismessurøðan 2016

Góðu tit øll

Tað er mær ein stórur heiður at fáa loyvi at halda hesa røðu á Grækarismessu 2016, og vil eg takka hjartaliga fyri heiðurin.

At Føroyar eisini er eitt gott land at liva í um summarið, tað prógvar tjóðfuglur okkara tjaldrið, sum so trúfast vitjar aftur, summar eftir summar. At Føroyar er eitt gott land at liva í alt árið, tað prógva vit, sum trúføst búleikast her alt árið, eins og mong trúføstu støðufuglarnir, ið ongan veg fara.

Hetta, at tjaldrið er valt og verður fagnað, sum ímynd fyri tjóðina, kann til tíðir undra meg, tá eg hugsi um, at tað finnast aðrir støðufuglar, ið við harðbalum yvirlivilsisevnum og sterkum áræði, eru nógv meira ímyndin av føroyinginum!

Hesir eru trúfastir, og flyta ikki av landinum undan vetri og kulda, men berjast alt árið, við áræði til tess at lívbjarga sær og sínum undan kalda vetrinum. Hesir gera tað sum skal til, við teimum givnu fortreytunum, og verða tess vegna mangan skírdir at vera rovfuglar.

Eg hugsi mangan um tann fíggjarliga veturin og kuldan, sum rakti okkum so meint í hálvfemsunum.

Jú, tað vórðu sanniliga nøkur, ið eins og tjøldrini fluttu undan kuldanum og kalda vetrinum, men Guð havi lov, at tað vóru tess fleiri, sum trúføst valdu at verða her alt árið, og bardu seg gjøgnum kalda og harðbalna búskaparveturin. Tey valdu at verða verandi, og eiga fyri stóran part æruna av búskaparliga sumrinum, vit uppliva beint nú. Ja, tað má sigast at vera sjón fyri søgn, at búskaparliga sólin í løtuni skínur so fagurliga, at hon blendar sjálvt tey best lærdu í okkara samfelag, so tey ganga mest sum í blindum og fremja ørvitisgerðir.

Hesi, ið valdu at støðast, støðufuglarnir, ið valdu ikki at gera sum tjaldrið, men tóku kampin upp til tess at yvirliva undir givnum fortreytum, vera tíverri eisini skírd fyri at verða rovfuglar!

Tað skal tó ongin ivi vera um, at tað finst neyvan nakar fuglur vakrari enn tjaldrið, og er tað onki, sum kann fáa okkum føroyingar í betri lag, enn tá fyrstu klippini frá tjøldrunum fáa alt lív at vakna aftur á okkara mætu, vøkru oyggjum.

Hetta alfagra ljóð,
fær hesa alføgru tjóð,
at vakna til vár,
og alt lív fer at spíra.

Hesin søti sangur er søtur fyri vetrartungar og troyttar sálir.

Tjaldrið hevur nógvar góðar eginleikar; tað er trúfast móti sínum, og ger alt sum krevst til tess at verja ungar sínar. Havi mangan undrast á tann framúrskarandi sjónleik tjøldrini framføra til tess at villeiða fíggindan. Vælskipaðu luftálopini, um tú kemur reiðrinum ov nær, eru sera effektiv, og trúgvi eg, at vit sum samfelag, sum tjóð og familjur, hava nógv at læra av hesum.

Eg vóni, at vit í komandi tíðum fara at megna at verja og gera alt sum skal til, til tess, at tey virðir og tann førningur, sum forfedrar okkara hava givið okkum at bera eftirkomarun okkara, verður givin víðari í eins góðum standi. Tað tykist í løtuni sum, at bæði reiður og egg eru um at verða gingin niður í blindni, og er tað vón mín, at vit fáa sjónina aftur, áðrenn tað er ov seint, og ungin í egginum verður knústur undir fetum tikin í blindni. Um okkara ættarlið ikki megnar at halda fast í stafettstavinum og at renna á mál við honum, so hava vit tapt dystin, og Føroyar verða ikki longur ein serstøk tjóð.

Helst hava Sverre Paturson og skótalið Sigmund Brestissons havt betri skil fyri fuglum enn eg, tá teir í 1943 skipaðu fyri fyrsta Grækarismessuhaldinum, uppkallað eftir Grækaris Mikla páva, sum doyði 12. mars í 604.

Grækarismessan er eins og aðrir tjóðardagar, eisini við til at savna fólk okkara, har vit í felag syngja, røða og fegnast um, at várið nú er fyri framman.

Hóast Grækarismessan ikki er gamal hátíðardagur, so hevur hann vunnið frama millum fólk, og eru tað mong um landið, sum í dag savnast at bjóða tjaldrinum vælkomnum, og fagna várinum.

Hetta, at vit savnast til slíkar hátíðardagar, er sera týdningarmikið fyri land okkara, serliga í tíðum, har polariseringar fara fram á ymsum frontum, sum vilja kloyva tjóð okkara.

Í heimshøpi eru vit eitt lítið og viðbrekið samfelag. Tó hava vit sum fólk og tjóð, við einum kollosalum treysti og áræði, og við einum fultpakkaðum ryggsekki av dygdum og virðum, megnað at flutt okkum upp á ovastu rók á so nógvum økjum. Vit basa stórum tjóðum í fótbólti, eiga heimsmeistara í innandura kappróðri, vit eiga millum heimsins dugnaligastu vinnufyritøkur, vit bjóða Samveldum av til tess at verja vunnin søgulig rættindi. Fá munnu tey fólkasløg vera, ið eiga so nógvar og dugnaligar sjómenn, handverkarar og verkafólk annars. Á mentanarøkinum bjóða vit eisini heimselituni av, har kendastu tónleikarar og listafólk okkara ferðast um heimin at deila sínar Guðgivnu gávur. At vit, støðufuglar á hesum fjarskotnu smáu oyggjum, eru serstøk, tað kunnu vit vera stolt av. Eg fari at heita á okkum øll um at standa saman, við størstu virðing fyri hvørjum øðrum og okkara ymiskleikum, til tess at verja virðini, arvin og grundvøllin, ið ger okkum serstøk, og hevur ført okkum og ment okkum til tað, vit eru í dag.

Land okkara hevur enn ótroyttar møguleikar og tilfeingið. Tað ræður bert um, at røttu hendurnar sleppa fram at at útvinna og menna tað rætt.

Hugsaði seinasta sunnukvøld tá elektromagnetiska sólardustið rakti magnetfeltini á norðaru jarðarhálvu, og skapti hetta undursama fyribrigdið Norðlýsið, ella Aurora Borealis, sum tað so vakurt nevnist. Eg hugsaði um, hvørjir ótroyttir møguleikar kunnu liggja í hesi sálarríkandi uppliving, ið tað er at verða eygnavitni til slíkan fagurleika.

Hugsaði um dugnaligu ímyndarkvinnuna í ferðavinnu okkara, ið vit her í kommununi eru so sera stolt av, hvat hon og hennara samvirkar kundu fingið burtur úr at selt hetta til fólk - fólk eins og tey sum komu at síggja sólarmyrkingina herfyri!

Havi latið mær fortalt, at grannar okkara fyri norðan forvinna væl av peningi til landið av m.a. slíkum fyribrigdum.

Her á staðnum hava kvinnur og menn megnað at bygt eina sterka og ríka kommunu, har tað grør um gangandi fót. Her er gott at reiðrast, og skal tað vera mín vón, bøn og ynski, at vit eins og tjaldrið og hinir fuglarnir fara at trívast og mennast væl her í teimum ljósu tíðunum fyri framman. Hvør veit, kanska tjøldrini fara at verða verandi her. Tey skulu í øllum førum verða hjartaliga vælkomin.

Góðu ráð Jóannes Patursonar til okkum ljóða m.a. soleiðis:

Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.

Við hesum orðum og góðu ráðum, fari eg at ynskja tykkum øllum eina góða Grækarismessu, eitt gott vár og Guðs ríku signing og framgongd til hvønn einstakan. Guð signið og varveitið fagra og serstaka land mítt Føroyar.

Takk fyri

Terje Beinar Vestergaard, 2016