HEIM
06.03.2013

Grækarismessuhald í Runavík

Leygardagin 09. mars kl. 15.00 verður Grækarismessuhald í Runavík, á økinum sunnanfyri býráðshúsið, Helgi L. Petersen heldur grækarismessurøðu, Nes Sóknar Musikkfelag spælir nøkur løg og KFUM-skótarnir við Løkin ganga skrúðgongu.
Skótarnir ganga frá skótahúsinum við Løkin kl. 14.45.
Aftaná røðuna verður kaffi og kaka at fáa frá skótunum.