HEIM
30.06.2016

Graduering í Søldarfirði

28. juni var sokallað graduering í skúlanum í Søldarfirði, har taekwondofelagið í kommununi, Hwarang Føroyar, heldur til. Til gradueringina skulu íðkarnir vísa síni kynstur, og verða síðan mett til beltir av hægri klassa. Hesaferð var vitjan komin heilt úr Singapor. Sensor var Mr. Lei, ið er eitt sera stórt navn innan hesa ítrótt.
Høllin var stúgvandi full av fólki ommum/abbum/mammum/pápum og sysktin vóru eisini við. Ein stór løta fyri felagið, og tað eydnaðist sera væl.

Hóast eitt sera ungt felag, hevur Hwarang Føroyar veruliga sett sín dám á kommununa. Felagið er fullteknað, og bíðilistin til at sleppa at íðka er útvið líka langur sum limalistin. Hwarang Føroyar hevur eisini verið sera sjónligt í býarmyndini til skrúgongu og á júst lidnu og væleydnaðu Eystanstevnuni.

Runavíkar kommuna ynskir felagnum til lukku við tiltakinum, og til lukku til øll tykkum, ið fingu nýtt belti.