HEIM
14.06.2010

Gospelkonsert í Løkshøll

Fríggjakvøldið 18 juni skipar Eystanstevnunevndin fyri stórari gospelkonsert í Løkshøll í Runavík.

Talan verður um eina sera forkunnuga konsert, har Hallur Joensen, Sirikit Jacobsen, TOS og ikki minst trioin Bill Justinussen, Torbjørn Jacobsen og Jógvan á Lakjuni luttaka.
Sum nakað heilt serligt, fáa áhoyrararnir høvið til, fyri fyrstu ferð, at hoyra Hallur Joensen framføra úr síni Country gospel sangskrá. Annars hevur Hallur Joensen áður framført gospel saman við Kristinu Bærentsen til ymisk tiltøk, og verður Kristina eisini ein partur av framførsluni hjá Hallur hesa ferð.
Sirikit Jacobsen hevur júst givið vælumtóktu fløguna "Lyftið" út, og hava sangir av hesari fløgu verið nógv at hoyrt seinastu tíðina í loftmiðlunum.
TOS við Bárði á Lakjuni á odda, hava seinastu tíðina verið nógv at hoyrt á ymiskum tiltøkum, seinast á Fjarðafestivalinum, og fingu teir framúr góð ummælir, serliga fyri teirra sera kreativu framførslu. TOS er á veg við nýggjari fløgu, sum kemur út seinni í summar.
Bill Justinussen og Torbjørn Jacobsen hava sungið saman til fleiri tiltøk seinastu árini, og hava til hesa konsertina fingið Jógvan á Lakjuni at leika á klaverið saman við teimum.
Fyrireikararnir vænta nógv fólk til konsertina, og vegna avmarkaða atgongd, heita teir á fólk um at keypa sær atgongumerkið, sum kostar 150 krónur og fáast á kunningarstovuni í Runavík í góðari tíð