HEIM
26.10.2008

Gongutúrur Nes-Toftavatn 26. okt.

Søguligur gongutúrur frá Nes til Toftavatn.

Sunnudagin 26. oktober kl. 15:00, skipar Kunningarstovan í Saltangará fyri søguligum gongutúri frá Nesi til Toftavatn.

Á túrinum síggja vit m.a. gomlu kirkjuna á Nesi, sum er frá 1843, og kanónina frá 2. veraldarbardaga. Gingið verður gjøgnum Tofta bygd og um Svangaskarð víðari oman gjøgnum heiðalendi oman til Toftavatn.

Túrurin endar inni í Bygdasavninum Forna, har høvi verður at síggja myndaframsýningina. Kaffi/te verður inni í Forna.

Møtt verður við gomlu kirkjuna á Nesi.
Ferðaleiðari á túrinum verður Óli Simonsen.

Tilmelding áðrenn fríggjadagin 24. oktober kl. 15:00 á Kunningarstovuni í Saltangará tel. 417060. Kostnaður 75 kr. íroknað kaffi/te og atgongumerki til Forna.