HEIM
07.02.2008

Gongubrúgv um Prestá

Í fríøkinum við Prestá á Skála er brúgv bygd tvørtur um ánna av næmingum við Tekniska skúla í Klaksvík og sett upp av fólki hjá kommununi. Í 2007 eru eisini gøtur gjørdar í økinum og harafturat er atkomubrúgv gjørd undir stoyptu brúnni uppi við koyrivegin. Uml. 500 trø eru plantað og skelti sett upp við frágreiðinum um niðursettu planturnar. Í vár er ætlanin at planta meira og at arbeiða víðari upp á gøturnar suðureftir, har fleiri søguligar toftir eru, m.a. toftin av húsunum hjá Ormi bónda.