HEIM
20.09.2007

Gongubrúgv gerast um Prestá

Uppmáting: brúgvin skal vera 7 m long.

Runavíkar kommuna hevur gjørt avtalu við Tekniska skúla í Klaksvík um at gera eina træbrúgv, sum skal setast upp í fríøkinum við Prestá. Brúgv hevur fyrr verið har sum partur av gomlu bygdagøtuni eftir bakkanum, men í dag síggjast bert grótstabbarnir, sum brúgvin hvíldi á, báðu megin ánna.

Tað eru lærlingar, sum læra til húsasmið, sum fara at gera brúnna. Hon verður væntandi liðug í ár. Runavíkar kommuna hevur í vár fingið eina sera snøgga brúgv um Løkin í Runavík, sum lærlingar á Tekniska skúla eisini hava gjørt. Runavíkar kommuna fegnast um góða samstarvið við Tekniska skúla í Klaksvík.