HEIM
08.12.2011

Gomul Jól í Heiðunum – Skrá 2011

Aftur í ár skipar Runavíkar Kommuna fyri "Gomul Jól í Heiðunum". Frá 7.-13. desember vitjar Næstin, ein stuðulsbólkur fyri hjálparfelagsskapin New Life Africa International (NLAI). Í Gamla Handli í Heiðunum í Saltangará skipar Næstin fyri sølu av lutum, sum eru virkaðir í Kenya, saman við lutum gjørdir í Føroyum. Millum tilvirkaðu vørðurnar eru prýðislutir, taskur, klædnapløgg, gávulutir, heimagjørd bomm, smákøkur, og gávueskjur.
Allar dagarnar ber til at keypa kaffi og heitar vaflur á neystaloftinum í Heiðunum. Eisini verður skipað fyri fyrilestri, tónleikatiltøkum og stórum tombola við nógvum góðum vinningum.
Jólahugnin á Heiðunum heldur fram í døgunum 14.-21. desember við nógvum góðum tiltøkum so sum vitjan av jólaskipi og –teknikapping. Evnið til jólateknikappingini í ár er "Hygg kavin hann er komin!". Tekningarnar skulu verða Kunningarstovuni í Runavík í hendi í seinasta lagið fríggjadagin 16. desember klokkan 16.00.

Skráin 2011

Mikudag 07. des.
13.00-21.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
19.30 : Fyrilestur við Lenu og Jens Meitilberg um arbeiði hjá NLAI (New Life Africa International)

Hósdag 8. des.
13.00-18.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið

Fríggjadag 9. des.
13.00-20.30: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
19.30: Sangcafé við Eyðun Jacobsen og døtrunum, Birgit og Kristinu

Leygardag 10. des.
Tunnilsdagur
13.00-19.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
15.30: Hornorkestrið spælir jólaløg
16.00: Brandbilurin við jólamonnum vitjar Gomul Jól

Sunnudag 11. des.
19.00-22.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
19.00-22.00: Sangcafé við Theodor Petersen, Bill Justinussen o.ø.

Mánadag 12. des.
13.00-21.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
16.00-17.00: Violinnæmingar hjá Monicu Stauss Joensen spæla
19.30: Sangcafé við Eyðun Jacobsen og døtrunum, Birgit og Kristinu

Týsdag 13. des.
13.00-18.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið

Mikudag 14. des.
13.00-18.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið

Hósdag 15. des.
15.00-19.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
15.30: Jólahugni á neystaloftinum

Fríggjadag 16. des.
15.00-20.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
17.00: Jórunn og Barbara syngja á neystaloftinum

Leygardag 17. des.
14.00-20.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
Suppa til keyps
17.00: Jólaskipið vitjar Gomul Jól
Vinnararnir av Jólateknikappingini verða avdúkaðir
"Syngi við" á neystaloftinum

Sunnudag 18. des.
15.00-19.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
17.00: Ársins songrødd Kirstin Hansen syngur

Mánadag 19. des.
16.00-19.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
17.00: Jólahugni á neystaloftinum

Týsdag 20. des.
16.00-19.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
17.00: Jórunn og Barbara syngja á neystaloftinum

Mikudag 21. des.
16.00-20.00: Jólacaféin á neystaloftinum og Gamli Handil hava opið
17.00: Jólahugni á neystaloftinum