HEIM
21.09.2017

Gøtu kirkju ungdómskór vitjar á Skála

Komandi sunnudag, 24. sept. 2017, luttekur Gøtu kirkju ungdómskór (GKU) til gudstænastuna í Skála kirkju kl. 11.00. Fleiri av kórlimum eru av Skála. Gudstænastan verður skipað soleiðis, at kórið kemur at framføra meira enn vanligt til eina gudstænastu. Kórið við hesum dugnaligu, ungu fólkunum vitjaðu eisini Skála kirkju í 2016, og vit gleða okkum sera nógv at hoyra tey aftur.

Kórkapping í Riga
Á FB-vanga sínum hevur kórið hesa stuttu frágreiðing frá ferð teirra til kórkapping í Riga í Latvia í summar:

Kórið er nú afturkomið frá Riga, har vit luttóku í EM fyri kór, og eisini høvdu 2 konsertir. Riga er ein fantastiskur býur - bæði til konsertirnar og kappingarnar vóru salirnir fyltir upp av áhoyrarum. Latvia hevur eina sera sterka kórsiðvenju.

Góð úrslit:
Kórið fekk silvur í báðum kappingunum, sum vit luttóku í. Tann eina var kapping millum ungdómskór, og hin var í kirkjutónleiki, har bæði ung og vanlig kór luttóku.

Kórið fekk eisini hægsta stigatalið, sum vit higartil hava fingið til slíkar kappingar. Alt í alt høvdu vit ein fantastiskan túr, har tað eisini bleiv tíð til feriuaktivitetir o.l. Nú heldur kórið feriu í 1 mnð. áðrenn vit fara í gongd við eitt nýtt, spennandi og avbjóðandi kórár.