HEIM
25.10.2011

Góðan Morgun Føroyar

Vælumtókti gongutúrurin hjá Góðan Morgun Føroyar verður í morgin, mikudagin 26.okt.2011 í Eysturoynni.
Túrurin byrjar um átta tíðina. Gingið verður frá Løkshøll eftir gøtuni niðan við Løkin og runt innara vatn (Innara part av Toftavatn)
Ferðaleiðari verður Herbert Olsen

Øll eru vælkomin at luttaka, tiltakið er ókeypis.