HEIM
29.05.2019

Glyvra skúli

Glyvra skúli er um seksti ára aldur, men kortini varð tað mett, at hann við naka av umbótum kann brúkast, í mong ár framyvir, sum skúli. Eftir einari ætlan hevur tað í fyrsta lagi snúð seg um at tryggja bygningin uttan. Tøkini eru skift hesi seinastu árini, og nú verður farið undir betongarbeiði, múraraarbeiði, bjálving, máling og at skifta vindeygu, í fyrsta lagi á vestur- og suðursíðuna á høvuðsbygninginum, sum stendur eystur og vestur.

Í morgun var sáttmáli undirskrivaður við fýra arbeiðstakarar hesum viðvíkjandi. Frá vinstru á myndini síggjast: Ólavur Langgaard, frá felagnum Byggiverk í Rituvík, Signar á Fríðufløtum, frá felagnum Málarameistarin Signar á Fríðufløtum úr Søldarfirði, Ingolf Hansen, frá felagnum Múrarameistarin Ingolf Hansen í Runavík og Jákup M. Kjeld, frá felagnum Rókin á Glyvrum. Ovastur á myndini stendur borgarstjórin.

Samlaði kostnaðurin fyri tað sum skal gerast í ár er á leið tvær milliónir krónur - og farið verður undir arbeiðið alt fyri eitt.