HEIM
04.02.2020

Glenn Ståhl vitjar borgarstjóran

Nýggi høvuðsvenjarin hjá NSÍ, sviin Glenn Ståhl, vitjaði í Ráðhúsinum eftir døgverða í dag - saman við Stig Davidsen og Poul Helga Jacobsen. Glenn er 48 ára gamal og varð borin í heim hin 25. august 1971. Hann hevur drúgvar royndir sum leikari og fótbóltsvenjari - og síðani 2012 hevur hann havt UEFA PRO løggilding sum slíkur. Mong vita helst at hann vandi TB/FCS/Royn í 2018. Felagsliðið í Suðuroy gjørdist no. 7 í kappingini tað árið og rakk eisini hálvfinalunum í steypakappingini.

Annars hevur hann verið leikari í Östers IF, Husqvarna FF, HamKam og aftur í Husqvarna FF, áðrenn hann byrjaði eina yrkisleið sum venjari. Síðani hevur hann virkað sum slíkur og sum talentskóti fyri m.a. GIF Sundsvall.

Í tveir tímar varð spjallað um fótbólt, politikk og samfelagsligar fyrimunir og avbjóðingar í Sviaríki og í Føroyum. Ongin ivi er um, at Glenn stórtrívist í Runavík, og at hann brennir fyri at fáa felagnum NSÍ eitt so gott úrslit í kappingunum í hesum árinum sum yvirhøvur gjørligt. Engasjementinum bagir onki, og hann hevur stórt álit á leikarahópinum. Serliga imponeraður var hann av ítróttardeplinum við Løkin, og eftir at hann hevði sæð tekningarnar av ætlaðu svimjihøllini í økinum, var hann uppaftur meiri ovfarin av umstøðunum, sum eru og fara at vera á ítróttarmótinum í býnum.

Vónandi fer tað at vignast væl hjá honum og liðnum, nú tað nærkast kappingarbyrjan.