HEIM
05.09.2014

Gl. Kommunuskrivstovan á Skála latin Fornminnafelagnum.

Á lítlari samkomu týsdagin handaði Magnus Rasmussen, borgarstjóri "Fornminnafelagnum fyri bygdirnar á Skála og í Skálafirði" gávubræv uppá húsini, sum seinastu árini undan kommunusamanleggingini, vórðu brúkt sum Kommunuskrivstova hjá Skála kommunu.

Á samkomuni segði borgarstjórin nøkur orð, har hann eisini hugleiddi um týdningin av at varðveita okkara søgu og uppruna og ynskti fornminnanevndini góða eydnu við arbeiðinum í fornminnafelagnum.
Fornminnafelagið varð stovnað 21. januar 2013 og er endamál felagsins at savna upplýsingar, myndir o.a. av bygdasøguligum týdningi og at vekja ans fyri hesum.

Í nevndini fyri fornminnafelagið sita:
Petur Poulsen, formaður
Arnfríður Jacobsen, næstformaður
Tummas M. Jacobsen, skrivari
Arnfríð Thomsen, kassameistari
Nicolina Mikkelsen, nevndarlimur

Myndarøð: {3C3825A7-89B8-404C-862D-FB3032FA4C7E}