HEIM
06.02.2019

Gerð hosubond og lær at skriva

Kvøldskúlin bjóðar í hesum døgum tvey forkunnug skeið.

Skriviskeið
Skriviskeiðið verður tvey vikuskifti. Hitt fyrra verður leygardagin 23. og sunnudagin 24. februar. Seinna vikuskiftið verður leygardagin 9. og sunnudagin 10. mars. Allar morgnarnar møta vit kl. 10.00 og arbeiða nakað út á dagin.

Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skeiðshaldaran, Rakel.

Lýsing av høvundaskúlanum
Skriviskúli fyri øll, sum hava hug at gerast betur til at skriva. Kanska hevur tú ein dreym um at gerast høvundur, kanska ert tú bara forvitin eftir at vita meira um handverkið. Vit skriva og lurta og verða kveikt av hugskotum hjá hvørjum øðrum. Vit ganga gjøgnum grundleggjandi skrivteknikkir og tekstasløg og royna okkum í smáum og størri uppgávum.

Undirvísari er Rakel Helmsdal, tel. 216596

Melda til á hesi leinkjuni

Virka hosubond
Skeiðið Virka hosubond verður tríggjar fylgjandi leygarmorgnar: 9., 16. og 23. februar. Havið neyðuga tilfarið við sjálvi. Garnið, ið vit brúka, eitur Sisu. Litirnar avgerða tit sjálvi. Um so er, at skeiðið er fulteknað, ber til at ringja til skeiðshaldaran, Dianu, og seta seg á bíðilista. Er okkurt at spyrja um, kunnu tit seta tykkum í samband við skeiðshaldaran.

Undirvísari er Diana Lamhauge, tel. 267506

Melda til á hesi leinkjuni