HEIM
18.12.2013

Gávukortið hjá Handilsmiðdeplinum

Talgilda gávukortið hjá Handilsmiðdeplinum kann ikki keypast longur. Nevndin hjá Handilsmiðdeplinum hevur avgjørt at steðga við søluni av gávukortum.

Hevur tú keypt eitt gávukort, kunnu hesi tó nýtast sum vanligt, so leingi peningur er tøkur á kortinum. Tó galda hesar treytir:
Kortið skal brúkast innan 2 ár
Kann brúkast í øllum limahandlum
Kann ikki býtast við tøkan pening, uttan so at gávukortið ikki riggar sum tað skal.
Handilsmiðdepilin letur ikki endurgjald fyri mist kort

Um tú ikki hevur nýtt kortið í longri tíð, og kanska hevur gloymt hvussu nógv tú hevur eftir á kortinum, ber til at kanna tað á heimasíðuni hjá Handilsmiðdeplinum www.hmd.fo

EksternLeinkja1: http://www.hmd.fo