HEIM
03.10.2017

Gartnari settur í starv

Býráðið setti í juni Búgva Róin sum gartnara hjá Runavíkar kommunu.

Búgvi hevur arbeiðsroyndir úr Danmark og hevur harafturat arbeitt 17 ár sum sjálvstøðugur gartnari í egnum felag í Føroyum, sum m.a. hevur veitt ráðgeving til urtagarðs- og landslagstekningar og eisini lagt til rættis viðlíkahaldsætlanir til grøn økir o.t. Hann hevur gjørt arbeiði á nógvum fríøkjum fyri kommunur og stovnar kring alt landið, har hann m.a. hevur staðið fyri planting, flísaálegging og grótlaðing.

Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir, og býráðið hevur, við at seta Búgva Róin í gartnarastarvið, uppraðfest grønu økini í kommununi, sum umfata bæði fríøki og øki uttan um bygningar.

Runavíkar kommuna bjóðar Búgva vælkomnum í starvið.