HEIM
19.10.2007

Gamli Handil í Heiðunum.

Gamli Handil í Heiðunum.

Í Mentanarvikuni verður søluframsýning í Gamla Handli í Heiðunum, í døgunum 28 okt. – 04. nov.

Serliga hugnaligt er um Heyst- og Jóltíðir í Gamla Handli í Heiðunum.
Í ár hava tær trýggjar prýtt væl um Gamla Handilin, við fjálgum seyðaskinnum, livandi ljósum og vøkrum prýðislutum.

Alsamt fleiri koyra tálgina, hornini og skinnini burtur.
Tí hava Elin Lindenskov, Eva úr Dímun og Eydna Gaard tikið stig til at samla teirra tilfar saman til eina framsýning.

Elin Lindenskov sýnir framm livandi ljós og sápur gjørdar úr tálg, Eva úr Dímun garvaði seyðaskinn úr Dímun og Eydna Gaard vísir smúkkur, lampur og aðrar prýðislutir úr hornum og kleyvum.

Vitja hesa áhugaverdu søluframsýning í Gamla handli i Heiðunum, sum hevur opið soleiðis:
Mentanarvikan 28 okt. – 04. nov.

Sunnudagarnar 15.00-19.00

Mánad, hósd, fríggjad 16.00-19.00

Týsdag 13.00-19.00

Leygardag 14.00-18.00