HEIM
19.07.2008

Fysta tiltak í fríøkinum við Prestá á Skála

Í morgun kl. 10.30 høvdu Boys in a Band eina stutta konsert í nýtilgjørda økinum í gamla svimjihylinum í Prestá. Hetta var 15. konsertin av teimum 24, sum teir skulu halda innan eitt samdøgur - 24 tímar. Væl av fólki var komið saman, og hóast undirspælið frá fossinum doyvdi nakað av ljóðinum, vóru áhoyrararnir væl nøgdir, og onkur er longu farin at tosa um at fyrireika okkurt annað tiltak í økinum, sum eisini umfatar oddan oman móti sjónum. Har er træbrúgv gjørd um ánna umframt at eini 500 trø eru plantað og gøtur gjørdar.