HEIM
02.05.2011

Fyrsti arbeiðsdagur hjá Sølva Reinert Hansen

Í dag byrjaði Sølvi Reinert Hansen í nýggja starvinum, sum mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu. Sølvi er 40 ára gamal, útbúgvin í samtíðarsøgu og norðurlendskum, hevur fleiri faklig skeið og fjølbroyttar arbeiðs- og leiðsluroyndir.

Arbeiðsøkið hjá nýggja mentanarleiðaranum umfatar m.a. fólkaskúlarnar, kvøldskúla, musikkskúla, ítrótt, fornminnisfeløg og tiltøk av ymsum slag.