HEIM
02.08.2010

Fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja havnarmeistaranum

Torbjørn Jacobsen, havnameistari hjá Runavíka kommunu.
Mánadagin 02.08.2010 skipaði Runavíkar kommuna fyri hátíðarhaldi á Havnarskrivstovuni í Runavík í samband við, at Torbjørn Jacobsen var settur í starv sum havnarmeistari í Runavíkar kommunu 01.08.2010.
Virkandi borgarstjórin, Sæunn Ólavsdóttir Hansen bjóðaði vælkomin og ynskti nýggja havnarmeistarinum alla eydnu við starvinum.
Jóannes Símunarson Hansen hugleiddi um virksemi á havnarøkinum frá 1950-árunum og fram til dagin í dag.
Torbjørn Jacobsen tók aftur í aftur og førdi fram, at hann við ídni og framskygni vildi fara undir starvið sum havnarmeistari í Runavíkar kommunu. Takkaði fyri løtuna og sá fram ímóti góðum samskifti og samstarvi við Havna- og Vinnunevndina og Runavíkar kommunu.