HEIM
09.05.2009

Fyrsta tónleikatiltak í Mentanarhúsinum við Løkin

Mikukvøldið 6. mai hevði Nes Sóknar Musikkfelag (NSM) eina væleydnaða konsert í nýggja mentanarhúsinum við Løkin. Tey framførdu skránna, sum tey skulu spæla á hororkesturstevnuni í Vestmanna um vikuskiftið umframt annað tilfar. 22 leikarar eru í orkestrinum, og tað er Ken Jones, sum stjórnar.

Salurin í Mentanarhúsinum við Løkin hevur 15 stólarøðir við 21 setrum í hvørjari, tilsamans 315 sitipláss. 3 tær fremstu røðirnar kunnu takast burtur, um tørvur er á størri pallplássi. Eftir fáum minuttum kunnu stólarinir takast inn móti vegginum og alt gólvplássið er so tøkt. Dagin eftir skuldi hølið brúkast til roynd hjá framhaldsdeildini.