HEIM
04.06.2013

Fyrsta flagið loyst fyri vardum íbúðum

Í gjár loysti Annika Olsen landsstýriskvinna í Almannamálum fyrstu flagið fyri íbúðum til fólk við menningartarni í Runavík.

Byrjað var í haganum omanfyri Runavík, har vardu íbúðirnar koma at standa. Eini 100 fólk vóru komin at síggja byrjanina á hesi spennandi verkætlanini - fleiri av teimum vónaðu ivaleyst at fáa høvi at búgva í íbúðunum. Veðrið var av tí allarfagrasta og útsýnið frítt inn eftir øllum Skálafjørðinum og út til Toftavatn.

Annika Olsen, landsstýriskvinna loysti fyrsta flagið, og greiddi síðani frá verkætlanini, sum hon fegnaðist um. Síðani takka Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, fyri gott samstarv higartil og bjóðaði øllum oman í kantinuna í Skúlanum við Løkin til ein drekkamunn.

Á samkomuni í kantinuni høvdu tey bæði, Annika og Magnus, aftur orðið, eins og umboðini fyri arkitektarnar Kontrast greiddu nærri frá verkætlanini, sum kemur at hava 12 íbúðir. Komandi brúkararnir av íbúðunum nýttu síðani høvið at spyrja viðkomandi spurningar um m.a. innrætting og búreglur.

Kostnaðarætlanin er 16,5 mió, og standa íbúðirnar eftir ætlan lidnar á heysti 2014.

Myndarøð: {B9DD07B5-3114-489F-A3A9-D05EDD60E7FD}