HEIM
11.08.2012

Fyrireika framtíðar oljuútgerðarhavn á Skálafjørðinum

Runavíkar kommuna fer í næstum at viðgera eina framtíðar ætlan fyri Skálafjørðin, sum m.a. fevnir um eitt uppskot um at leggja økið innanfyri Skála av til eina framtíðar oljuútgerðarhavn.

Vegamót
Góð 10 ár eru farin, síðani fyrsta oljuboringin varð á føroyska landgrunninum, og samtíðis er hetta eisini eitt vegamót fyri oljuhavnina í Runavík, ið hevur hýst virkseminum í sambandi við allar átta brunnarnar, sum eru og verða boraðir.

Oljan.fo hevur vitjað í Runavík fyri at frætta, hvussu gingist hevur og hvørjar ætlanir eru fyri framtíðina. Vit fara komandi dagarnar at tosa við eitt nú borgarstjóran og havnameistaran í Runavík um, hvat hendir um eitt stórt kolvetnisfund verður gjørt í næstum.

Tað er tó ov tíðliga at seta spakan í til eina risastóra framtíðar oljuhavn á Skálafjørðinum, tí enn verður bíðað eftir tí fyrsta stóra oljufundinum, men í Runavík sanna tey orðatakið "Heldur fyrivarin enn eftirsnarin", og tí eru tey so smátt farin at fyrireika seg uppá eina vónandi spennandi oljuframtíð.

Skuldi tað hent, at kolvetni verða funnin í stórum nøgdum á føroyska landgrunninum og hetta fer at hava við sær stórt virksemi er greitt, at neyðugt verður við eini munandi størri oljuútgerðarhavn enn henni í Runavík.

Nøktar tørv mong ár aftrat
Og hetta eru politikarar og embætisfólk í Runavíkar kommunu fult greið yvir. Hóast oljuhavnin har nøktar verandi tørv, og uttan iva fer at gera tað í mong ár enn, so eru borgarstjórin og havnameistarin á einum máli um, at tað er rætt longu nú at fyrireika seg til møgulig stór oljufund.

Tað er so eisini orsøkin til, at kommunan hevur fingið gjørt eina kanning, hvussu Skálafjørðurin best kann fyrireika seg til eina møguliga framtíðar oljuvinnu.

Oljan.fo skilur, at partur av hesi kanning eisini fevnir um at peika út eitt væl egnað øki til eina framtíðar oljuhavn. Og er slíkt øki við at verða sett út í kortið. Talan er um økið innan fyri Skála. Her er stórt uppland, ið kann gerast til eina oljuútgerðarhavn. Tað liggur so eisini sera væl fyri, tí í grannalagnum er bæði dokk og skipasmiðja og maskinverkstaður, alt nakað, sum ein framtíðar oljuhavn fer at fáa brúk fyri. Umrødda ætlan skal í næstum viðgerast í býráðnum.

Lesið eisini komandi samrøður við Magnus Rasmussen, borgarstjóra og Tórbjørn Jacobsen, havnameistara.

Myndir
Tríggir av høvuðsspælarunum í oljuvirkseminum í Runavík, Magnus Rasmussen, borgartjóri, Tórbjørn Jacobsen, havnameistari og Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base. Myndatøka oljan.fo/Jan Müller

Økið innan fyri Skála, sum í framtíðini møguliga fer at hýsa eini stórari oljuútgerðarhavn.

Ein hugsað ætlan fyri eina framtíðar oljuhavn, sum varð sett út í kortið fyri mongum árum síðani av øðrum enn teimum, sum nú ráða fyri borgum. Teknað hevur Rúni Abrahamsen, arkitektur.
(oljan.fo/Jan Müller)