HEIM
10.08.2009

Fyrilestur við Kristine Strecker Hestbech

Kristine Strecker Hestbech fer at hava fyrilestur um avbjóðingar í mun til javnstøðu í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 10. august kl. 19:30

Hvør skal strúka skjúrturnar, tá maðurin ikki dugir, og konan ikki vil? Hetta er heiti á fyrilestri, sum Kristine Strecker Hestbech heldur fyri Demokratia mánakvøldið 10. august. Fyrilesturin snýr seg um avbjóðingar í mun til javnstøðu, bæði í samfelagnum og heima við hús.

Kristine Strecker Hestbech er útbúgvin gudfrøðingur. Hon er 41 ára gomul og hevur verið prestur í 12 ár, bæði í Danmark og í Føroyum.

Kristine Strecker Hestbech var limur í familju- og arbeiðskommisjónini, sum danska stjórnin setti til at gera frágreiðing um javnvág millum arbeiði og familjulív. Hendan javnvág kann vera torfør at raka hjá nógvum, og er ofta orsøkin til, at serliga kvinnur, ið hava familju, ikki átaka sær alt ov stóra ábyrgd í arbeiðslívinum, eitt nú sum politikarar.

Kristine Strecker Hestbech skipar eisini fyri pílagrímsferðum, bæði í Danmark og í Føroyum.

Hon er væl umtókt í Føroyum. Hennara tiltøk eru væl vitjað, og hon hevur evnini at bera ein boðskap fram á ein greiðan hátt, so at hann røkkur út til nógv fólk. Hetta kvøldið tosar hon so um avbjóðingar í mun til javnstøðu í samfelagnum og í familjuni.

Hesin fyrilestur er ein av mongum, sum Demokratia skipar fyri fyri at økja um javnstøðu í politikki.

Fyrilesturin verður í Løkshøll, Rókavegi 1, í Runavík. Tiltakið er alment og ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.