HEIM
09.05.2012

Fyrilestur við kekkiska varasendiharranum í Skúlanum við Løkin

Í samband við kekkisku dagarnar í Føroyum vitjar kekkiski varasendiharrin í Danmark, Jiri Borcel, Skúlan við Løkin í Runavík.

Mánakvøldið 14. mai kl. 19.30 verður fyrilestur við Jiri Borcel í matarhøllini í Skúlanum við Løkin.

Fyrilesturin snýr seg um floyalskollveltingina í Kekkoslovakia í 1989, tá kommunistaflokkurin misti valdið í landinum.

Eftir fyrilesturin ber til at síggja eina framsýning við UNESCO-støðum í Kekkia. Greitt verður eisini frá støðunum. Øll eru vælkomin.