HEIM
12.02.2008

Fyrilestur um oljuboring

Tá borað verður.

Hoyr hvat hendir í Oljuvinnuni á føroyska landgrunninum, hvussu seismikkur verður skotin, hvussu data verður týtt og nýtt og hvat hendir tá kolvetni verður funnið.

Mikukvøldið 13. Februar 2008 kl. 20.00 hevur stjórin í Atlantic Supply Base í Runavík framløgu við heitinum "Tá ið borað verður" í Hæddini í Saltangará.

Síðan 2001 hevur Runavíkar havn verið nýtt til útgerðarhavn.
Atlantic Supply Base hevur saman við Faroe Ship síðani byrjan veitt útgerð til oljuvinnuna.

Framløgan verður løgd fram av stjóranum á Atlantic Supply Base, Eli Lassen. Eli Lassen greiður frá hvussu økini verða uppbýtt.
Hvat hendur tá ið tá ið seismikkur verður skotin.
Hvussu verður data týtt/nýtt.
Hvussu verður ein brunnur planlagdur.
Hvussu verður ein brunnur boraður.
Hvat útgerð verður brúkt.
Tá ið kolvetni verður staðfest, hvat hendur so.
Hvussu verður eitt "Fund" útvunnið.

Framløga tekur uml. 1 tíma, tað verður høvi at seta spurningar.