HEIM
07.02.2011

Fyrilestur um kynsligan ágang verður í Løkshøll

Mánakvøldið 7. februar kl. 19.00 hevur felagsskapurin Kris ein áhugaverdan fyrilestur um kynsligan ágang í Løkshøll í Runavík.

Høvið verður at seta spurningar.

Við til fyrilesturin vera tvey, sum fara at siga frá, hvussu tey eru komin frá at verða offur av kynsligum ágangi til at liva eitt virðiligt lív við familju og børnum.
Eisini vera umboð fyri Runavíkar og Eystur kommunu við.

Aldursmark 15 ár.

Høvið verður at stuðla Kris við einari peningagávu.

www.kris.fo