HEIM
14.05.2007

Fyrilestur um hagar og seyðamark.

Týskvøldið 22. mai heldur Kári Thorsteinsson fyrilestur um hagar og seyðamark.
Greitt verður frá hagalógini um uppgávur og skyldur hjá hagastýrum, røktingarmonnum og garðaskoðarum.
Eisini verða umrødd ymisk viðurskifti við høgunum, seyðamarki, áseyðatali, markatali, vetrarbiti, grannastevnu, landbúnaðarstevnu, útskifting og søguligar hendingar og –gongdir v.m.
Fyrilesturin verður hildin í býráðssalinum í Runavík týskvøldið 22. mai kl. 20.00.
øll eru vælkomin.
vitja heimasíðuna www.heimabeiti.fo