HEIM
25.03.2010

Fyrilestur um CTD í Løkshøll

Í kvøld klokkan 19.30 heldur Ulrike Steuerwald, barnalækni fyrilestur um CTD í Løkshøll í Runavík.

Tað er CTD-felagið, sum skipar fyri tiltakinum. Felagið var stovnað, tí talið av fólki, sum fáa staðfest sjúkuna ella eru berarar, veksur støðugt. Hesi fólk og onnur við vilja vita meira um sjúkuna.