HEIM
11.08.2015

Fyrilestur um at vaksa upp undir Apartheid í Suðurafrika

Áhugaverdur fyrilestur um at vaksa upp undir Apartheid í Suðurafrika, verður hildin í Glyvra Missiónshúsi komandi hóskvøld kl 19.

Fyrilestrahaldari er Wilson Goeda. Hansara lív hevur verið merkt av hatri yvir tað órættvísi, sum hann upplivdi av, at vaksa upp undir Apartheid.

Hann gjørdist foreldraleysur sum 8 ára gamal, varð seldur sum trælur til ein hvítan bónda, men megnaði at flýggja aftaná nøkur ár og livdi síðan á gøtuni í Johannesburg, har hvør dagur var ein bardagi fyri lívinum. Sum 17 ára gamal varð hann møttur av Guði og fekk eitt nýtt lív.

Aftan á fyrilesturin verður høvi at seta spurningar. Orðstýrari er Óli Breckmann Fyrilesturin er ókeypis, øll eru vælkomin.