HEIM
26.02.2014

FÝRA FILMSPERLUR VIÐ LØKIN

Bókasavnið við Løkin hevur nú ásett nær norðurlendsku filmarnir, sum eru fingnir til vega saman við Norðurlandahúsinum, vera vístir í Løkshøll. Avgjørt er, at vísa filmarnar við Løkin beint eftir at KLIPP hevur víst teir í Norðurlandahúsinum.

Hetta er framhald av samstarvsavtalu millum Norðurlandahúsið, Filmsfelagið KLIPP, Løkshøll og Bókasavnið við Løkin. Tveir filmar vóru vístir í november og desember í fjør. Tað var tann finski Reinsan og íslendski Dýpið. Í januar í ár var enn ein íslendskur filmur, Málmhøvd, vístur.

Næsti filmurin er svenski Julia, sum er ein nýggjur filmur frá 2013. Svenska Helena Bergström, leikstjóri tulkar klassiska leikin hjá August Strindberg, Frøken Julie, frá 1888. Meistarliga tulkingin, sum er beint eftir bókini, er triði filmur, sum hon hevur gjørt. Filmurin er 102 min. til longdar.

Hetta er skráin fyri várið:

Julia (SV) (2013) - fríggjadag 28. februar kl 19.30

Vit eru best (SV) (2013) - hósdag 27. mars kl 19.30

Eg eri tín (N) (2013) - fríggjadag 25. apríl kl 19.30

Pionerur (N) (2013) - hósdag 22. mai kl 19.30

Atgongumerkir kunnu keypast á www.loksholl.fo ella hálvan tíma undan sýning. Meir kann lesast um filmarnar á www.lokin.fo