HEIM
20.02.2009

Funningsnevndin havt sín fyrsta fund

Í sambandi við kommunusamanleggingina millum Funnings og Runavíkar kommunur varð ein staðbundin Funningsnevnd vald á býráðsvalinum í 11. november 2008. Í nevndini sita 3 fólkavaldir limir úr Funningi, 1 býráðslimur og borgarstjórin, sum er formaður. Nevndin skal viðgera mál, sum verða hildin at hava serligan áhuga fyri Funning.

Fyrsti fundur var týsdagin 10. februar, og fundarfrágreiðingin er løgd á heimasíðuna (Kommunan>Bygdir>Fundir 2009...). Har sæst eisini, hvør situr í nevndini, og reglugerð, sum nevndin arbeiðir eftir.

Funningsnevndin er 4. staðbundna nevndin í Runavíkar kommunu. Hinar eru Skálanevndin, Oyndarfjarðarnevndin og Elduvíksnevndin. Upplýsingar um hesar nevndirnar eru eisini tøkar á heimasíðuni.