HEIM
18.03.2020

Funningsfjørður heldur kós og ferð

Lutfalsliga í mun til íbúgvaratal man Funningsfjørður vera millum virknastu bygdir í landinum. Bakkafrost alir laks á fjørðinum og hevur støð við havnarlagið, Ocean Rainforest alir tara á línum og siglir út frá bygdini, onkur roynir eftir hummara, annar rør út og á havnarlagnum hevur felagið Atlantshav víðkað munandi um sítt virksemi hesi seinastu árini. Tey flyta inn timbur o.a. úr Baltalondum, og burturúr viðinum framleiðir felagið m.a. plattar, sum fyri tað mesta verða brúktir í primerframleiðsluni og útflutningvinnuni kring landið.

Í morgun tosaðu vit við John Kjeld, sum eigur og er stjóri í felagnum Atlantshav, hann býr í Funningsfirði, og spurdu hann um órógvin í samfelagnum av korona-smittuni hevur ávirkað framleiðsluna hjá felagnum.

Tað hevur hon ikki í størri mun sambært stjóranum. Kundarnir hjá Atlantshavi framleiða stórt sæð sum áður, og plattaframleiðslan í Funningsfirði lagar seg eftir eftirspurninginum sum vanligt. Hesin sveiggjar altíð nakað, alt eftir árstíðum og vertíðum, og í løtuni, táið uppsjóvarskipini eru í svartkjaftinum og fyri tað nógva landa í Fuglafirði, er tað nakað lakari enn tað væntandi verður tíðliga í heyst, táið makrelveiðan fer at taka seg uppaftur.

Annars sigur John Kjeld okkum, at tey í hesum korona-tíðum hava skipað seg soleiðis á virkinum, at ongin óviðkomandi sleppur inn, og allar mannagongdir, settar út í kortið av myndugleikunum, verða fylgdar. Sjálvur situr hann við hús og arbeiðir, har myndin varð tikin í túninum í morgun.

Til seinast kann viðmerkjast, at øll rávøran, sum virkið hjá Atlantshav brúkar í framleiðsluni, verður flutt inn yvir bryggjukantin í Funningsfirði, - harvið er bygdin við tíðini eisini vorðin eitt størri aktiv hjá Runavíkar havn.

Staðfestast kann tí, at Funningsfjørður heldur kós og ferð, hóast nógvur turbulensur er í landinum í løtuni av smittuni úr Wuhan.