HEIM
11.01.2010

Fundur fyri áhugaði innan ferða- og tænastuvinnu í Eysturoynni

Týskvøldið 12. jan. 2010 kl. 19:00, verður ein spennandi fundur hildin í Býráðssalinum í Runavík, fyri øllum áhugaðum innan ferða- og tænastuvinnu í Eysturoynni.

Tað er íverksetarafyritøkan 3D Myndil, sum fer at presentera eina nýggjaslóðbrótandiinfo-skipan, sum í næstum verður virkin um alt landið.

Info-skipanin er bygd upp á tann hátt, at fleiri framkomnir finger-touch
skýggjar verða settir upp kring landið, har fólk vanliga savnast.

Skýggjarnir er íbundnir eina info-skipan, sum á ein lættan og einfaldan
hátt ger tað møguligt hjá øllum at fáa upplýsingar um alt, sum er vert
at vita um tilboð og tænastur í Føroyum. Talan er um ein nýggjan møguleika hjá føroysku ferða-og tænastuvinnuni at gerast sjónlig júst
har, sum eftirspurningurningurin er.

Skrá:
Vælkomin
Magnus Rasmussen, Borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Upplegg frá Kunningarstovunum í Eysturoy Hvussu royndist 2009 í ferða- og tænastuvinnuhøpi ?

Steðgur: Kaffi og køkur

Nýggja info-skipanin, presentatión av skýggja Rani Nolsøe og 3D Myndil
Fundurin endar kl. 21:00.

Tilboð:

Øll sum tilmelda seg til Info-sentri á kunningarfundinum tann 12. jan.
fáa 20% avsláttur.

Hjartaliga vælkomin til ein áhugaverdan fund, har vit taka samanum
og lýta frameftir.