HEIM
15.05.2008

Fríðkanardagur í Runavíkar kommunu

Fríðkanardagur verður leygardagin 24. mai kl. 10-15 í øllum bygdum í kommununi

Økið er stórt og nógv er at taka upp eftir ein langan og harðan vetur. Tí heitir Runavíkar kommuna, aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í ruddingini.

Tíð og stað
Møtt verður kl. 10.00 á hesum støðum, har ruskposar verða útflýggjaðir:

Missiónshúsið í Æðuvík: Æðuvík
Rituvíkar skúli: Rituvík
Ítróttarhøllin í Runavík: Runavík, Saltangará og Glyvrar
Lamba skúli: Lamba og Lambareiði
Søldarfjaraðr skúli: Søldarfjørður og Skipanes
Ítróttarhøllin á Skála: Skála og Skálafjørður
Oyndarfjarðar skúli: Oyndarfjørður
Funningsfjarðar skúli: Elduvík og Funningsfjørður

Samskipan
Ein samskipari verður á hvørjum øki.
Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum har tey búgva.

Burturkast
Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið vegnum.
Húsarhaldsrusk verður ikki tikið við.

Kaffi og Vaflur
kl. 15.00 tá liðugt er at rudda, verður kaffi og vaflur at fáa á hesum støðum:

Ítróttarhøllin í Runavík: Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará og Glyvrar, Lamba og Lambareiði Søldarfjørður og Skipanes
Ítróttarhøllin á Skála: Skála og Skálafjørður
Oyndarfjarðar skúli: Oyndarfjørður
Funningsfjarðar skúli: Elduvík og Funningsfjørður

Plantupakki
Á hesum støðum verða eisini plantupakkar útflýggjaðir. Ein pakki til hvørt húsarhald – avmarkað nøgd.

Møtið fjølment
Runavíkar kommuna vónar at borgararnir taka væl undir við tiltakinum og møta fjølmentir.

Umframt at náttúran verður fríðkað, er hesin dagur eisini eitt gott høvi at møta grannum og vera saman um eitt felagsátak.