HEIM
07.12.2011

FRESH LINK, – Nýggj byrjan í Runavík

Móttøka verður í FRESH LINK-húsinum hósdagin hin 8. desember kl. 14:00.

Fyri góðum tveimum árum síðan tóku áhugamál á feskfiskamarknaðinum seg saman og skipaðu eitt maritimt undirstøðukervi ímillum Føroyar og
Skotland.

Ein gamal kenningur, "Star Saga", varð leigaður til endamálið, og skipið eitur nú "Silver Fjord" og er skrásett í Panama.

Í summar keypti Runavíkar kommuna pakkhúsið, sum fyrst P/F Beta og síðani dóttirfelagið hjá United Seafood, P/F Kongshavn, hava húsast í.

Frá og við 1. november 2011 hevur felagið FRESH LINK leigað bryggjupakkhúsið frá kommununi. Ætlan felagsins er at brúka hølini sum basu í siglingini ímillum Føroyar og grannarnar fyri sunnan.

Harvið hevur linjufartur í farmasigling aftur tikið seg upp við Runavíkar havn, og tað fegnast kommunalu- og havnamyndugleikarnir almikið um.

Runavíkar kommuna/havn ynskja felagnum blíðan byr og vøkstur, nú virksemið byrjar av álvara, og vit gleða okkum til gagnligt samskifti við FRESH LINK í ókomnum døgum.

Felagið hevur í blaðlýsingum bjóða øllum til móttøkuna, sum verður hildin í FRESH LINK-húsinum ímorgin kl. 14:00

Runavíkar kommuna/havn