HEIM
12.03.2013

Frásøgukafé Sesam Sesam á Bókasavninum við Løkin

Fríggjakvøldið 15. mars kl 19.30 fær bókasavnið forkunnuga vitjan. Tá verður eitt hugnaligt og áhugavert forteljarakvøld á bókasavninum. Í samstarvi við Norðurlandahúsið fáa vit vitjan av svianum Per Gustafsson og føroysku Katrini Petersen, sum fara at siga frá stuttligum, ræðandi og syrgiligum søgum.

Í hesum tíðum tá søguforteljing í stóran mun fer fram umvegis skermar í sjónvarpi, teldum, teldlum, snildtelefonum ella aðrar vegir, so er tað forkunnugt at uppliva tí siðbundnu forteljara-mentanina. Vit leggja tøknina og onnur hjálpartól til síðis og uppliva søguna í beinleiðis sambandi við forteljaran. Fyri at stimbra hugflogið hava vit eisini eina kveikjandi framsýning við træskurðum og ævintýrverum, sum stuðla undir søgunum. Framsýningina hevur sviin Kjell Sundberg gjørt.

Per og Katrin duga eisini at leggja lag á. Onnur, sum hava hug, fáa eisini høvi at siga søgu hetta kvøldið. Bókasavnið skapar eitt hugnaligt umhvørvi og bjóðar drekkamunn aftur við søgunum. Tiltakið er ætlað vaksnum, men børn eru vælkomin saman við vaksnum.

Per Gustavsson hevur í yvir fjøruti ár hugtikið børn við sínum framúrskarandi søgukynstrum. Hann er ein av stovnarunum til Sagumuseet í Ljungby í Svøríki. Hann hevur fyrr vitjað í Føroyum og hildið skeið og sagt frá.
Katrin Petersen hevur í nøkur ár havt søgurnar sum áhuga, og fortalt til ymisk høvi.

Tiltakið á Bókasavninum við Løkin er partur av størri framsýning og frásøgutiltaki, sum byrjaði 5. mars og er í hesum døgum í Norðurlandahúsinum. Sí nærri á www.nlh.fo

Tað er ókeypis at luttaka. Og bókasavnið vónar at undirtøkan verður góð.

Bókasavnið við Løkin
Tel: 288 900
Opið: mánadag-fríggjadag kl 13.00 - 18.00.