HEIM
04.07.2014

Framsýning við listahandverki úr træi

Á Bókasavninum við Løkin frá 7. – 11. juli.

Hesa seinastu vikuna hava 15 sera hugagóðir menn staðið við hvør sín dreyibonk í smíðstovuni í Skúlanum við Løkin í Runavík. Teir hava luttikið í árliga summarskeiðinum hjá Dreyarafelagnum, sum hevur fingið tveir royndar íslendingar Gudmundur Magnússon og Úlfar Sveinbjørnsson at leggja lag á. Menninir hava verið so mikið ágrýtinir, at teir hava møtt klokkan 7.30 hvønn morgun. Á middegi hava teir fingið døgurða og síðani nátturða klokkan 18.00. Fleiri hava hildið á heilt til klokkan 21.00 á kvøldi. So til ber at rokna út, at eftir 5 dagar og upp móti 14 tímum hvønn dag við 15 luttakarum verða tað yvir 1000 arbeiddir tímar. Og tað hevur givið úrslit. Skeiðsluttakararnir fingu vitjan av borgarstjóranum í Runavíkar kommunu Magnus Rasmussen hósdagin. Hann var hugtikin av hugfloginum og teim vøkru trælutum, sum eru komnir burturúr smærri viðarbulum og træpettum.

Dreyarafelagið er felag fyri føroyingar við áhuga fyri at dreya lutir úr træi. Felagið hevur uml. 40 limir og nýggir limir eru vælkomnir. Gjøgnum veturin hava limirnir eisini hittst í Felagsskúlanum á Oyrarbakka ein leygardag einaferð um mánaðin. Felagið sigur seg hava fingið sera góðar sømdir bæði í Sunda og Runavíkar kommunu. Summarskeiðið hevur verið hildið í Skúlanum við Løkin hvørt summar nú í nøkur ár, og er tað Dánjal Petur Lamhauge úr Søldarfirði, sum fyriskipar.

Mánadagin 7. juli klokkan 16.00 letur framsýning upp á Bókasavninum við Løkin í Runavík, har høvið verður at síggja flestu lutirnar, sum eru tilevnaðir hesar dagarnar. Formaðurin í Dreyarafelagnum Hendrik Rubeksen fer at siga nøkur orð og lata framsýningina upp. Á bókasavninum er bæði atgongd og drekkamuður ókeypis.

Framsýningin er opin í eina viku fram til fríggjadagin tann 11. juli, hvønn dag frá klokkan 13.00 – 18.00.

Fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Bókasavninum við Løkin á www.lokin.fo

EksternLeinkja1: http://www.lokin.fo