HEIM
10.07.2015

Framsýning við listahandverki úr træi á Laksatorginum

Á laksatorginum leygardagin 18. Juli. klokkan 10.00 halda vit áfram við framsýningini, sum hevur verið á Bókasavninum við Løkin.
Framsýningin verður í Býráðssalinum í Runavík kl. 10.00-16.00

Á framsýningini ber til at síggja listahandverk úr træi, sum 10 limir í Dreyarafelagnum hava evnað til á árliga summarskeiðnum.10 sera hugagóðir menn staðið við hvør sín dreyibonk í smíðstovuni í Skúlanum við Løkin í Runavík. Lærarar í ár hava verið tveir av okkara royndastu dreyarum og træhandverkarum Ole Jakob Nielsen og Terje Johannesen. Luttakararnir hava verið so mikið ágrýtinir, at teir hava arbeitt frá 7.30-21.00 í 5 dagar, og sigast kann at nógv er komið burturúr.

Dreyarafelagið er felag fyri føroyingar við áhuga fyri at dreya lutir úr træi. Felagið hevur uml 40 limir. 
Felagið sigur seg hava fingið góðar sømdir bæði í Sunda og Runavíkar kommunu. Summarskeiðini hava verið hildið í Skúlanum við Løkin hvørt sumar nú í nøkur ár, og er tað Dánjal Petur Lamhauge úr Søldarfirði, sum fyriskipar.