HEIM
06.07.2015

Framsýning við listahandverki úr træi 6. – 10. juli

Komandi mánadag klokkan 16.00 letur áhugaverd framsýning upp á Bókasavninum við Løkin. Á framsýningini ber til at síggja listahandverk úr træi, sum 10 limir í Dreyarafelagnum hava evnað til á árliga summarskeiðnum í Runavík. 

Hesa seinastu vikuna hava 10 sera hugagóðir menn staðið við hvør sín dreyibonk í smíðstovuni í Skúlanum við Løkin í Runavík. Teir hava luttikið í árliga summarskeiðnum hjá Dreyarafelagnum. Lærarar í ár hava verið tveir av okkara royndastu dreyarum og træhandverkarum Ole Jakob Nielsen og Terje Johannesen. Luttakararnir hava verið so mikið ágrýtinir, at teir hava møtt klokkan 7.30 hvønn morgun. Á middegi hava teir fingið døgurða og síðani nátturða klokkan 18.00. Fleiri hava hildið á heilt til klokkan 21.00 á kvøldi. So til ber at rokna út, at eftir 5 dagar og upp móti 14 tímum hvønn dag við 10 luttakarum, so verða tað einir 700 arbeiddir tímar. Og tað hevur givið úrslit, sum nú kann skoðast á framsýning.

Mánadagin 6. juli klokkan 16.00 letur framsýningin upp

Á framsýningini á Bókasavninum við Løkin í Runavík verður høvið at síggja flestu lutirnar, sum eru tilevnaðir hesar dagarnar. Ein hugnaløta verður klokkan 16.00 tá bókasavnið fer at bjóða drekkamunn. Eisini fer Jóhan Mortensen at seta dám á løtuna við harmonikutónum. Framsýningin er opin í eina viku fram til fríggjadagin tann 10. juli, hvønn dag frá klokkan 13.00 – 18.00.

Dreyarafelagið er eitt áhugafelag

Dreyarafelagið er felag fyri føroyingar við áhuga fyri at dreya lutir úr træi. Felagið hevur uml. 40 limir og nýggir limir eru vælkomnir. Nakrar leygardagar í vetur hava limirnir hittst til arbeiðsdag í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Felagið sigur seg hava fingið sera góðar sømdir bæði í Sunda og Runavíkar kommunu. Summarskeiðið hevur verið hildið í Skúlanum við Løkin hvørt summar nú í nøkur ár, og er tað Dánjal Petur Lamhauge úr Søldarfirði, sum fyriskipar.