HEIM
21.10.2013

Framsýning og hugnakvøld: Sýslumenn í Eysturoy frá 1584

Mánakvøldið 21. oktober kl. 19.00 verður hugnakvøld við fyrilestrum og felagssangi á Bókasavninum við Løkin.
Hetta verður í sambandi við at framsýningin ´Sýslumenn í Eysturoy frá 1584´ letur upp. Tað er Bygdasavnið Forni, sum hevur gjørt framsýningina. Á framsýningini ber til at síggja myndir, lesa tekstir og síggja áhugaverdar lutir. Ein lutur er ein gomul øks, av sama slagi, sum skarprættarin nýtti tá deyðadómur skuldi fremjast við avhøvdan. Júst henda øksin hevur møguliga verið nýtt á Selatrað.

Á hugnakvøldinum, sum er ókeypis, verður felagssangur sungin afturvið harmoniku, og tríggir styttri áhugaverdir fyrilestrar:
Maria Jacobsen, Forni, greiðir frá um framsýningina.
Kári Thorsteinsson, fyrrverandi sýslumaður, greiðir frá um sýslumansembætið.
Max Weihe av Selatrað greiðir frá um Daniel J. Danielsen, sýslumann, sum búði í Søldarfirði.

Framsýningin hongur uppi til 20. desember 2013.

Bókasavnið er opið gerandisdagar frá klokkan 13.00 til 18.00, – og vit bjóða ókeypis drekkamunn hvønn dag!