HEIM
20.10.2008

Framsýning í Tara Saltangará

Framsýnarar vera Anja Hentze, Glarlist og Norðljós í døgunum 20. - 25. okt.

Málningalist
Listaverkini hjá Anju Hentze eru olju- og acrylmálningar. Anju dámar væl at hennara málningar skapa eitt huglag og geva nakað at hugsa um. Anja nýtir nógv jørðlitir, saman við eitt sindur av ørðum. Hon fær íblástur av tí sum hon sær, hoyrir og upplivir.
Listakvinnan hevur haft framsýningar í kvøldskúlanum, Lions, í býráðssalinum í Saltangará og í Gamla handli.

Føroysk glarlist
Glarlist á Eiði framleiðir føroyskt tilevnað glas til prýðislutir, búnýtislutir og list. Listakvinnan er Elisabeth Ellingsgaard.
Vasar, stakar, føt v.m. finnast í nógvum ymiskum litum og sniðum. Elisabeth hevur sýnt fram á stovnum og listfeløgum í Danmark. Lat upp egið verkstað Uppi á Grind á Eiði í Novembur 2002.

Føroysk ljós
Norðljós er føroyskt design og framleiðsla av ljósum, sum byrjaði virksemi í 2007. Listakvinnan er Karin E. Hansen.
Sermerkt fyri Norðljós er, at ljósini eru gjørd úr parafin og tað eru bert nýttar reinar vørur til framleiðsluna. Fólk, ið eru ovurviðkvom tola ljósini frá Norðljós.
Ljósini finnast í alskyns litum sum pyramiduljós, kalendaraljós og vanlig ljós. Ljósini hava langa brennitíð.

Opið:
Mán-hós: 10 – 17:30
Frí: 10 – 22:00
Leyg: 10 – 17:00