HEIM
20.10.2015

Framsýning í Náttúrubarnagarðinum Sóljuhjarta

Í samband við mentunarvikuna Skýming, fara vit at hava eina framsýning, sum er á parkeringsøkinum hjá Sóljuhjartanum.

Fernisering verður í morgin mikudagin 21. okt. kl. 16. Vit fara at avdúka eitt ævintýralistarverk og onnur listaverk hjá børnunum í Sóljuhjartanum.

Vit bjóða kakao og bollar.

Øll eru vælkomin til hettar tiltakið!

Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta, Niðarivegur 31, Søldarfjørður