HEIM
20.10.2008

Framsýning í Borg Saltangará

Føroyskt ulldesign og málningalist í Borg Saltangará 20. - 25. okt.
Framsýnarnir verða Sirri og Niels Hammer.

Niels Hammer málar mest abstrakt við einum farra av naturalismu tvinna saman við kubismu og leggur stóran dent á farvuspæl.
Listamaðurin er ættaður úr Hovi og hevur útbúgving frá Århus Kunstakademi 2000 og hevur verið nógv virkin í Rosenholm Kunstforening og haft framsýningar í Århus, Eystur Jýtlandi, Den Frie í Holstebro, Listaskálanum og Smiðuni í Lítluvík.
Umframt at mála undirvísur hann eisini í málningafrálæru og málningalist.

Sirri í Tórshavn sýnir fram ullvørur.
Klædnamerki Sirri gangnýtur tað tilfeingi sum er í Føroyum. Vørurnar eru føroyskt design í nútíðar snið og framleiddar úr føroyskari ull. Klæðini verða bundin á maskinu ella vovin og síðan tøvd á sama hátt sum í gomlum døgum, plaggið gerst vatn- og vindtætt uttan at gerast stívt ella hart. Klæðini finnast í einum ella fleiri av teimum 5 grundlitunum sum føroyska seyðaullin hevur. Hvørki ullin ella lidnu pløggini verða litað. Tað eru yvir 150 ymisk snið at velja ímillum.

Opið verður:
mán-frí: 10 - 17:30
Leyg: 10 - 13:00