HEIM
13.08.2015

Framsýning av Føroyskari Framleiðslu á Faroexpo 2015

Eitt nýtt ískoytið til ársins Faroexpo, verður ein almenn framsýning við heitinum: "Føroysk framleiðsla”. Endamálið við framsýningin er at heiðra øllum teimum ymisku vørunum og tænastunum, ið verða framleiddar í Føroyum. Framsýningin er ment í samstarvi við Vinnuframa.

Hugskotið, við at hava eina framsýning á Faroexpo, er at geva íverksetum og etableraðum føroyskum framleiðarum karmar at netverka, samstarva, mennast og fáa íblástur. Almenningurin hevur ókeypis atgongd til framsýningina og hava fyritøkurnar møguleika at selja teirra vørur til tey vitjandi. 

Framsýningin er ætlað stórum, smáum, yngri og eldri fyritøkum, men treytin er at framleiðslan á ein ella annan hátt er føroysk. Framsýnandi fyritøkurnar verða innan føroyska matvøruframleiðslu, sniðgeving, listahandverk av ymsum slag, KT loysnir og mangt annað.

Framsýningin verður í Bylgjuni í Runavík har partenariatið eisini er, og verður opin fyri almenninginum 22. og 23. oktober.