Nú Pedagogfelagið hevur lýst verkfall at vera hjá námsfrøðingum í forskúlunum, hevur verið neyðugt at umskipa virksemið nakað. Komandi dagarnar verður dentur lagdur á undirvísingarliga partin, meðan námsfrøðiligi parturin verður raðfestur aftur, tá námsfrøðingarnir koma til arbeiðis aftur.
Av tí at so nógv børn eru í forskúlanum á Glyvrum, koma børnini at vera í forskúla annanhvønn dag, soleiðis at helvtin møtir ein dag, og hin helvtin so møtir næsta dag.
Avmarkaða talið av børnum í forskúlanum á Skála hevur við sær, at forskúlin framhaldandi verður opin fyri øllum børnunum har.
Nærri upplýsingar fáast frá skúlaleiðslunum.
Runavíkar kommuna