HEIM
04.09.2013

frá Støkk: Venjingartíðir hjá Støkk 2013/2014

Venjingartíðirnar til fimleikaárið 2013/14 eru nú klárar, og aftur í ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at bjóða fram til allar aldursbólkar. Talan er um lið fyri børn undir skúlaaldur, breiddarlið frá 1. flokki og uppeftir, lið fyri vaksin í rútmu og amboðsfimleiki, og harumframt eru eisini grundvenjingar í amboðs- og estetiskum fimleiki.

Viðheft er ein pdf yvir venjingartíðir.

Venjingartíðir 2013/14

Sum nakað nýtt í ár, fer tilmelding og gjalding at fara fram her á heimasíðuni. Arbeitt verður við at fáa skipanina klára og verður hetta klárt í komandi døgunum.

Í samband við at fimleikurin nú byrjar aftur, ber til at síggja filmbrot niðanfyri!

Støkk 2013 - Filmbrot:

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/A4731531-4397-4B57-A0D7-F44F0D73AC29.pdf