HEIM
25.10.2012

Frá sláturhúsi til ungdóms- og mentanarhús

Í kvøld kl. 20.00, verður ein forvitnisligur fyrilestur hildin í Býráðssalinum hjá Runavíkar Býráð.
Leiðarin av Sláturhúsinum á Egilsstøðum í Íslandi, Halldór Warén, fer at greiða frá, hvussu eitt fyrrverandi sláturhús umskapaðist til eitt livandi og litríkt mentanarstað.
Evnið er sera viðkomandi fyri nógvar føroyskar kommunur í løtuni, so spennandi verður at hoyra og síggja myndir av sláturhúsinum.
Góður møguleiki skuldi verði fyri íblástri í kvøld. Tiltakið er fyri øll áhugaði í øllum aldri!