HEIM
12.06.2019

Fótbóltsdystur millum Nes og Runavíkar kommunu á Eystanstevnu

Hóskvøldið 13. juni verður dystur millum Nes og Runavíkar kommunu á vøllinum við Løkin.

Lagt er upp til ein spennandi dyst, tí í fjørð vann liðið hjá Nes kommunu í tøttum dysti, har annars Runavíkar kommuna eigur flestu sigrarnar.

Torbjørn Jacobsen hevur í telduposti til starvsfólkið, boðað frá, at nú skal liðið hjá Runavíkar kommunu vera betri enn í fjør. Sum skilst er liðið á venjingarlegu úti í Svínoy í dag.

Dysturin verður á vøllinum við Løkin, hóskvøldið 13. juni. kl. 18.00