HEIM
01.08.2013

Forvitnislig vitjan av Hebridunum

Angus Brendan MacNeil vitjar í Føroyum í hesum døgum. Hann hevur hildið Ólavsvøku, og tey sum vóru á Doktaragrund, táið fólkafundur varð hildin har ólavsvøkudag, hoyrdu hann bera fundarfólkinum eina kvøðu frá Skotska Tjóðskaparflokkinum. Miðvikudagin vitjaði hann kring um í Eysturoy, m.a. hitti hann leiðsluna á stóra laksavirkinum Bakkafrost, har hann fekk eina nágreiniliga kunning um virksemið og gongdina. Við í ferðalagnum vóru Kári P. Højgaard, landsstýrismaður og Jóannes Vitalis Hansen, føroyskur sendimaður í London.

Angus MacNeil hevur ógvuliga stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og hann er týðiliga áhugaður í at frætta hvussu eitt minni samfelag skipar seg í Norðurhøvum. Eitt nú hvussu hin kommunala skipanin virkar í Føroyum, og táið hann er limur í bretska parlamentinum fyri Skotska Tjóðskaparflokkin hava politisku viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark sjálvandi eisini hansara stóra áhuga. Sum mong vita, verður fólkaatkvøða um framtíðar politisku viðurskiftini millum Skotland og Ongland í 2014.

Angus MacNeil er borin í heim hin 21. juli 1970. Han er valdur í valdøminum Na h-Eileanan an Iar í oyggjunum vestanfyri, og hann býr á Barra, har hann er bóndi. Hann var fyrstu ferð valdur í bretska parlamentið í 2005, táið hann tók sessin frá Calum MacDonald úr Arbeiðaraflokkinum, sum hevði umboðað valdømið frá 1987 fram til 2005. Umframt at vera kendur sum íðin skotskur tjóðskaparmaður á politiska pallinum í Stóra Bretlandi, er hann nú formaður í tvørpolitisku Føroyanevndini í Undirhúsinum. Annars var hann í 2006 nógv frammi í demokratiska kjakinum um sessirnar í Yvirhúsinum. Hann meldaði Labour til løgregluna, fyri at luta út aðalsheitir og harvið sessir í Yvirhúsinum til fólk, sum høvdu stuðlað hesum flokki peningaliga í valdystinum. Í apríl hetta árið skrivaði hann kenda brævið "Clean Up Westminister" til Tony Blair, og heitti staðiliga á hann um at steðga útnevningina til Yvirhúsið haðartil løgreglan var komin til botns í málinum. Í november 2006 varð hann kosin "Best Scot at Westminister."

Miðvikudagin vitjaði hann virkandi borgarstjóran í Runavíkar kommunu, og teir báðir høvdu mangt og mikið at práta um uppi yvir einum the-munni. Hesin fryntligi maðurin av Barra á Hebridunum fer av landinum aftur hósmorgunin.